Íslendskir miðlar skriva, at møguleiki er fyri, at Petur Knudsen skiftir til íslendskan fótbólt.
Tað er íslendski miðlapersónurin Kristján Óli Sigurðsson, ið segði mánadagin, at Petur Knudsen møguliga skiftir til FH í bestu íslendsku deildini. Venjari hjá FH er Heimir Guðjónsson, sum var venjari hjá HB í 2018 og 2019. Íslendskir miðlar eru tó ikki á einum máli, tí fotbolti.net skrivar, at teirra keldur siga, at Petur ikki fer til FH, men at fleiri íslendsk feløg vísa honum áhuga.
Sáttmálin hjá Petur Knudsen er gingin út í Lyngby, men ein góður endaspurtur har hann helst gera, at møguleiki er fyri, at hann heldur fram í danska superligafelagnum. Sambært keldum hjá bolt.fo, so hava HB og KÍ eisini víst honum áhuga síðsta árið, men tað tykist ikki sannlíkt, at hann kemur til føroyskan fótbólt á hesum sinni.